Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.05.2025 18:45

Føroyskar sagnir á enskum fyri fyrstu ferð 

Tíðindaskriv

Nú ber á fyrsta sinni til at keypa savn við føroyskum sagnum á enskum. Tað er fyritøkan Rami, ið eisini hevur framleitt ljóðspæl við føroyskum sagnum, sum hevur gjørt bókina. 

Hóast ferðavinnan hevur staðið í støðugum vøkstri í nógv ár, hevur stundum haltað við at gjørt tilfar um føroyska mentan til ferðafólkini. Men nú hevur fyritøkan Rami givið bók út við 13 føroyskum sagnum á enskum.

– Hetta hevur verið ein spennandi verkætlan, og vit vóna, at ferðafólk og føroyingar taka væl ímóti bókini, sigur Jónas T. Stórá, sum hevur staðið fyri útgávuni saman við Regini Winther Poulsen. 

Rami hevur í nøkur ár arbeitt saman við ymiskum kommunum í landinum at framleiða skelti við QR-kodum, ið leiða brúkaran inn á eina síðu, har til ber at lurta eftir ljóðspæli av føroyskum sagnum á bæði enskum og føroyskum. Á henda hátt hava øll – føroyingar og útlendingar – havt møguleika at notið føroyska siðaarvin á staðnum, har sagnirnar hava tilknýti. 

Í løtuni arbeiðir Rami saman við Tórshavnar kommunu, Runavíkar kommunu, Eysturkommunu, Sunda kommunu og fer í næstum undir samstarv við Fuglafjarðar kommunu. Tá skelti í ár verða sett upp, ber til at lurta eftir 36 sagnum og søgum kring landið á bæði føroyskum og enskum. Men ætlanin hevur alla tíðina verið eisini at geva bók út við føroyskum sagnum á enskum máli. 

– Við bókini fær allur heimurin atgongd til okkara frálíka siðaarv, sigur Jónas. Hann greiðir eisini frá, at Rami við hesi bókini hevur valt at leggja dent á sagnir um gand, huldufólk og aðrar yvirnatúrligar verur í føroysku sagnunum. Um alt gongst sum ætlað, verður bók við sagnum, har kvinnur eru høvuðspersónar, givin út longu næsta ár.

– Eg haldi ikki, vit altíð geva okkum far um, hvussu rík vit eru á mentanarøkinum. Hesar sagnirnar eru dýrgripir hjá okkum øllum, og vit hava roynt at miðlað tær á tíðarhóskandi hátt. Henda bókin er liður í somu ætlan, greiðir Jónas frá. 

– Vit arbeiða alla tíðina við at víðka um okkara virksemi, samstundis sum vit eru øgiliga takksom fyri móttøkuna, sum vit longu hava fingið, sigur hann.

Tað er listakvinnan og grafikarin Mirjam Jørgensen, ið hevur myndprýtt kápuna og sett bókina upp, meðan Sendistovan hevur staðið fyri prentingini. Bókin fæst til keyps í Gamla Bókahandli og verður eisini tøk í bókahandlunum kring landið í næstum.