Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.05.2025 10:49

Vit eru Verkafólk!

Tíðindaskriv

Arbeiðarafeløgini og Fiskimannafelagið hava skipað seg í samtakinum Verkafólk.

Tørvur er á eini sterkari verkafólkarødd, tí hava fakfeløgini valt at ganga saman í samstarv, sum hevur til endamáls at seta á skrá umstøður og rættindi hjá verkafólkum, at bøta og betra um rættindini og at fáa betri sáttmálar.

Verkfólk umboða túsundtals verkafólk á sjógvi og landi.

Verkafólk vísti veruliga sítt virði og hvat tey eru gjørd av, tá ið tey fyri einum árið síðani fóru í verkfall og fingu størstu lønarhækkan í nýggjari tíð. Tað samanhaldið, sum var millum verkafólk tá á stóð, byggja vit nú víðari á.

Tað er ongin ivi um, at tøk skulu takast fyri at tryggja, at verkafólk eisini fáa sín uppiborna lut á arbeiðsmarkaðinum og samfelagnum. Vit eru sannførd um, at tað gera vit best saman. 

Føroyar hava tørv á fakfeløgum, sum stríðast fyri betri umstøðum til sínar limir, verja borg og eisini tala at, tá politiski myndugleikin fer av kós.

Vit eru klár hvønn dag í árinum at gera tað, sum skal til, fyri at samfelagshjólini kunnu mala – okkara partur liggur ongantíð eftir – og við at skipa okkum í Verkafólk eru vit ein ómetaliga sterk eind, sum skal tryggja verkafólkum góð og livilig kor.

Samstarvið skal styrkja okkum inneftir, har vit fara at gera meir fyri at upplýsa og menna okkara limir. Verkafólk skal eisini vera ein sterk rødd úti í samfelagnum, har vit umboða túsundtals fólk á sjógvi og landi, sum hvønn dag leggja nógv fyri at gera sítt arbeiði til lítar.

Verkafólk er ikki bara eitt heiti, men ein samleiki – verkafólk er nakað tú ert og nakað tú gert. Limir kenna seg aftur í tí, og eru stolt av sínum yrki.

Vit fara til verka við góðum treysti og sannføring um, at saman kunnu vit veruliga gera mun.

Vegna Verkafólk,

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag

Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag

Ruth Boetius, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag

Jastrid Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag