Veðurstova Føroya
Morgunveðrið – t.e. forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, samdrigið og samregn. Sum líður á seinnapartin skiftandi skýloft og ælaveður. Í kvøld gongur hann upp í útnyrðing og minkar vindin sum frálíður niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 4 til 9 stig.
Sólarris: 05:13 Sólsetur: 21:36