Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.04.2025 12:32

Landsliðið úttikið til Oyggjaleikir 2025 – Fyrireikingar longu í gongd til 2027

Tíðindaskriv

Landsliðini í súkkling, triathlon og MTB eru nú úttikin til Oyggjaleikirnar í Orkney í 2025. Samstundis verður arbeitt miðvíst fram ímóti Oyggjaleikunum í Føroyum í 2027, har ætlanin er at tryggja eina enn sterkari føroyska umboðan.

Landsliðini fyri 2025 síggja soleiðis út:

Triathlon:
Magni Hansen
Bergtór Torssteinsson

MTB:
Helgi Winther Olsen
Hilmar Hansen

Súkkling:
Súsanna Skylv
Pauli Poulsen
Niklas Hallgren Niclassen

Hjálparfólk:
Torkil Veyhe – landsliðsleiðari
Gunnar Dahl-Olsen – mekanikari
Kenneth Ellefsen – soigneur

Arbeiðið við landsliðunum verður framt við greiðum strategi og málum, sum m.a. fevna um luttøku í altjóða kappingum, persónliga menning og ein greiðan leist fyri útveljing. Krøvini eru býtt í A-, B- og C-stig, sum tryggja eina javnvág millum úrslit og menning.

Torkil Veyhe, landsliðssamskipari, sigur:

“Vit hava sett okkum greið mál fyri bæði 2025 og 2027. Hetta er eitt langtíðar arbeiði, har vit vilja byggja upp eina sterka kervi við venjing, luttøku í kappingum og altjóða samstarvi.”

Við hesum stevnum ber ikki bara til at tryggja eina góða luttøku til næstu Oyggjaleikir, men eisini at leggja lunnar undir eina framúr framtíð innan súkkling, triathlon og MTB í Føroyum.