Mynd: KVF
Gula Smiðja, sum er eitt ungdóms- og virkishús, verður í hesum døgum gjørt til eitt ræðsluhús. Eftir ætlan verður fyrsta sýning mánadagin.
Tað eru 10. flokkarnir í Runavíkar og Tofta skúla, sum innrætta Gulu Smiðju til eitt ræðsluhús.
Ætlanin við hesum er, at fólk skulu gerast frá sær sjálvum av ræðslu, siga næmingarnir.
Tí er aldursmarkið sett til at verða 12 ár, uttan so at tey fylgjast við einum vaksnum.
