Leirvíkstunnilin er nú opin aftur fyri allari ferðslu, eftir at hann hevur verið stongdur í uml. 2 tímar.
Tað var annars kl. 11.58 at ein fráboðan kom inn at eldur var í einum persónbili miðskeiðis inni í Leirvíkstunnilinum. Sløkkiliðið var tó skjótt á staðnum og fekk sløkt eldin.