Í gjár tosaði Eysturoyarportalurin við Ólavur Larsen, sum fekk mest atkvøður á kommunuvalinum, og sum tíiskil skal verða hann sum kallar inn til skipanarfund til nýggja býráðið í Fuglafjarðar Kommunu.
Hann upplýsti tá, at ein semja varð komin uppá pláss, men at hann enn ikki visti nær hann fór at kalla inn. Hann bíðaði inntil arbeiðsumstøðurnar hjá honum loyvdu tí, segði hann.
Sum skilst, so hevur valbólkurin, tað er listi B & F í Fuglafirði, fyri meira enn 2 vikum síðani undirskriva eitt samstarvsskjal.
Valbólkurin, listi B & F, hevur bjóða lista Á og Ólavur Larsen heili 8 nevndarsessir út av 18 nevndarsessum, og meirilutan í 2 nevndum.
Dávur Juul, sitandi borgarstjóri í Fuglafjarðar Kommunu, sigur fyri Eysturoyarportalinum í dag, at fyri uml. 10 døgum síðani, fingu tey munnliga at vita frá listi Á, at tey góðtóku tað sum varð bjóða teimum.
-Tí undrar tað okkum, á lista B & F, at fyrstvaldi tinglimur á lista Á, ikki kallar inn til skipan av býráði. Tað tekur ikki langa tíð at avgreiða skipanarfundin, um alt er klárt undan fundinum. Meirilutin er klárur at skipa býráði til setuna 2025-2028, sigur Dávur Juul við Eysturoyarportalin.
Les eisini: Nú hómast ein semja í Fuglafirði