Nú er yvir 4 vikur síðani kommunuvalið var hildið. Men enn eru nakrar kommunur sum ikki enn hava skipað seg. Ein av teimum er Fuglafjarðar Kommuna.
Síðani hevur tað hevur tað verið lítið og einki at hoyrt, í øllum førum alment, um skipanina um eitt nýtt býráð.
Sum tó skilst, so hava bylgjurnar, í løtum, gingið høgt, har telvað hevur verið millum teir tríggar listarnar; Á, F og B.
Á valinum gjørdist Ólavur Larsen fyrstvaldur við 159 persónligum atkvøðum, meðan sitandi borgarstjóri, Dávur Juul, fekk 110 persónligar atkvøður. Triðmestar fekk Eyðun á Lakjuni við 70 atkvøðum.
Listi Á, har Ólavur Larsen var á, fekk 4 limir. Meðan Listi F, har borgarstjórin Dávur Juul var á, fekk 3 limir og listi B, við Eyðun á Lakjuni fekk 2 limir.
Men við Eysturoyarportalin í dag, sigur Ólavur Larsen, sum fekk flest atkvøður, og hevur rættin at kallað inn. At hann fer at kallað inn, so skjótt at arbeiðsumstøðurnar hjá honum loyva tí.
Hann váttar somuleiðis, at ein munnlig semja mestsum er komin uppundir land, millum teir tríggjar listarnar.
Nær hann kallar inn, veit hann tó ikki enn at siga.
-Tað fer tíðina at vísa, sigur hann at enda við Eysturoyarportalin.
Deil á Facebook