Eysturkommuna
Komandi týsdag, 19. november kl. 17.00, verður skipandi býráðsfundur hjá nývaldu býráðslimunum í Eysturkommunu.
Á fundarskránni eru hesi mál:
- Val av borgarstjóra
- Val av varaborgarstjóra
- Val av føstum nevndum
- Val av øðrum nevnum og umboðan
Tey, ið mynda býráðið í Eysturkommunu 2025 – 2028 eru:
- Per Martin Gregersen
- Heri Mikálsson
- Unn Jarnskor Ellingsgaard
- Hanna Jensen
- Rebekka Jensen
- Pól í Skorini
- Ann Fuglø
- Uni Rasmussen
- Magnus Skoralíð
Nývalda býráðið tekur við á nýggjárinum.