Mynd: Basarurin í Rituvík
Í dag, leygardagin 24. september kl. 17:00, verður árligi basarurin í frítíðarskúlanum við Stórá í Rituvík. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Lokalar fyritøkur og privat persónar hava verið røsk at stuðla, og nú alt er sett fram til basarin, eru hópin av gávukortum at vinna. Eisini eru fleiri rennisúkklur, fiskamatur, nýggj rituvíks-eplir og nógv annað gott sum bíða eftir sínum eigara.
Í gjøgnum dagin verður kaffisøla, fiskibrunnur og møguleiki at keypa lutaseðil uppá eitt lamb í heyst.
Endamálið við basarinum hevur allatíð verið at savna pening til nýggja missiónshúsið í bygdini. Virksemi hevur verið í kjallarahæddini síðan 19.12.2021. Við arbeiðsdøgum hvønn týsdag, hava sjálvboðin í bygdini arbeitt víðari á ovaru hæddini, so alt íkasti frá basarinum fer til at gera ovaru hæddina lidna.
Vit vóna at síggja nógv fólk til ein hugnaligan dag í Rituvík.

