Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.08.2024 19:34

Betuel Hansen gulur 2025, 2026 og 2027!!

Mynd: NSÍ

NSÍ skrivar soleiðis á heimasíðu síni í kvøld:

Betuel Hansen 3 ár afturat

27-ára gamli Betuel Hansen hevur skrivað undir ein nýggjan 3-ára sáttmála.
‍

Tað merkir, at sterki miðvallarin verður at síggja í gulum fram til endan av kappingarárinum í 2027

– í øllum førum.
‍

Betuel er hóast sín relativt unga aldur ein ógvuliga royndur leikari. Hann hevur spælt ikki færri enn

169 dystir í bestu mansdeildini, 18 dystir í steypakappingini og 8 dystir í evropeisku kappingunum.

Hartil er Betuel ein av teimum, ið hevur umboðað føroysku ungdómslandsliðini oftast. Hann hevur

spælt 34 u-landsdystir.
‍

Betuel Hansen er ein sera týdningarmikil leikari, ið við hørðum arbeiði og skilagóðum spæli bindur

liðið saman.
‍

Vit gleða okkum til nógv góð ár saman við Løkin.
‍

Saman standa vit sterk.
‍

Hagtølini eru frá faroesoccer.com.