Í gjár mundi endað galið, tá ið trý fólk høvdu svomið seg í óførið á sjónum við Gjógv.
Trý fólk í vátdrakt vóru farnir ein svimjitúr við Gjógv. Men vegna ov nógvan og harðan streym, vóru tey noydd at fara uppá ein stein og sluppu ikki víðari. Tískil máttu tey biða um hjálp.
Bjargingarbáturin Vón var boðsendur og fekk fólkini trygt til lands aftur. Hóast ein orduligan kvøkk, so høvdu tey tað øll gott, verður upplýst.