Íslendska landskappingin hjá monnum varð skotin í gongd í kvøld, tá ið verandi meistarar- og steypavinnarar, Víkingur Reykjavík, við Gunnari Vatnhamar við frá byrjan, tóku ímóti Stjarnan.
Og leirvíkingurin legið bragdliga fyri, við at skjóta fyrsta málið til 1-0 til heimaliðið beint fyri hálvleik, sum sostatt eisini var fyrsta málið í íslendsku landskappingini í ár. Í seinna hálvleiki økti Helgi Guðjónsson til 2-0, sum eisini bleiv endaliga støðan.
Ein góð byrjan hjá einum av føroyingaliðunum, sum longu hevur fingið 3 stig á konto.