Í dag kl. 17.00 fekk løgreglan eina fráboðan um, at tvey fólk høvdu gingið seg føst í fjøllunum omanfyri Árnafjørð á Borðoynni.
Neyðugt var við tyrluni hjá Atlantic, sum fór avstað eftir eftir fólkunum.
Frá tí at boðini komu inn, til fólkini vóru komin aftur á slætt, tók 1 tíma og 15 minuttir, skrivar Vørn á heimasíðu síni.