Runavíkar kommuna
Runavíkar kommunuskúli, í hesum førinum Skúlin við Løkin, hevur yvirhøvur verið drúgvur, táið tað snýr seg um SkúlaFM. Fleiri sigrar eru vunnir, og spenningur var í ár um, hvussu tað fór at gangast hjá Lunu Klein Joensen, Petru Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivi Lassen í kappingini. Í ár vóru 6 bólkar við í finaluni, sum hesaferð varð hildin í Varpinum í Klaksvík.
Fríggjadagin stóð slagið, og við kappingarlok hevði NeXum vunnið SkúlaFM 2024. Skotsmálið, sum dómararnir góvu vinnaranum, var soljóðandi: ”Eitt gott hugskot, sum kann verða við at loysa eina samfelagsavbjóðing, sum samfelagið, vinnan og tey ungu kenna væl til.” Hugskotið er ein app, ið skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði.
NeXum fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan fyri at royna seg í Next Level kappingini í Danmørk. Tann kappingin verður í apríl mánaða. Umboðini í NeXum fingu tvær ferðir 5 túsund krónur frá Betri og Føroya Tele í vinningargávu.
Í vikuskiftinum hevur borgarstjórin bjóðað NeXum á gátt saman við lærararum teirra. Tey vitjaðu á Kommunuskrivstovuni í morgun kl. 11. Har greiddu tey frá kappingini og hugskotinum, sum kann gerast ein stór hjálp hjá ungum og arbeiðsgevarum av ymsum slagi, – ein ætlan ið kann gera samfelagið meiri dynamiskt. Borgarstjórin helt eina røðu og ynskti teimum, vegna allar borgarar okkara, hjartaliga til lukku við sigrinum og heiðrinum, tey hava veitt okkum øllum.
Umframt ein drekkamunn og blómur, handaði borgarstjórin teimum 5 túsund krónur, ið skulu brúkast til ferðina, tá tey fara at luttaka í Next Level kappingini.
Higani ynskja vit NeXum bestu eydnu í ókomnum døgum.
