Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.02.2024 22:20

Martin Klein heldur áfram við málskjótingini

Njarðvík, við Martin Klein Joensen og Kaj Leo í Bartalsstovu í hópinum, leikti í kvøld ímóti einum av stóru liðunum í íslendskum fótbólti, KR úr bestu deildini. Ein dystur í Lengjubikarinn, sum er ein av venjingarkappingunum.

Báðir gøtumennirnir byrjaðu inni í 3-1 tapinum. Tað var annars Martin Klein, sum heldur óvæntað legði liðið, sum dagliga leikar í næstbestu deildini, á odda í 12 minutti. Men KR fekk javnað og lagt seg á odda áðrenn farið var til hálvleiks. Í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat fekk KR eitt mál afturat til endaligu støðuna 3-1.