Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.02.2024 17:20

Leita so leingi sum til ber

Mynd: Brimil (savnsmynd) Eysturoyarportalurin

Tíðindaskriv/ MRCC

Tað hevur verið leitað allan seinnapartin eftir teimum báðum saknaðu í økinum har Kambur sakk. Fleiri skip eru komin afturat at leita. Nevnast kann íslendsku Hoffell og Bardi, írski Sheanne, russiski Lazurny. Sum nevnt samskipar Brimil leitingina á staðnum.

Skipini hava funnið vraklutir, sum stava frá Kambi. 

Eitt bretskt P-8 flogfar er eisini komið upp í leitingina og danski Challenger flúgvarin er ávegis og verður on scene kl 1745. Hann kann vera á staðnum í tríggjar tímar.

Vindurin er nógv minkaður, men tað er framvegis tung alda. Ætlanin er at leita so leingi, sum til ber.