Tíðindaskriv
Fólkatingið hevur játtað fígging til eina granskingarskrá í uttanríkisviðurskiftum, trygd og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum í tíðarskeiðnum 2023-2026. Granskingarráðið fyrisitur skránna.
Vit lýsa nú eftir teimum fyrstu umsóknunum til skránna FASDiNA – stytting fyri Foreign Affairs, Security, and Defence Policy in the North Atlantic.
Tøka játtanin í fyrsta stuðulsumfarinum er 6,9 mió. kr. Ætlanin er at stuðla tveimum granskingarverkætlanum og trimum ella fýra styttri ritum – Policy Papers.