Tíðindaskriv/ Løkshøll
Í døgunum 21.-27. januar verður skipað fyri árliga ‘Vetrarjazz’ festivalinum við yvir 20 ymiskum konsertum og jazztónar fara at ljóma í hvørjum króki, lítlum sum stórum. Umframt fleiri spennandi artistar úr útlondum borðreiðir Vetrarjazz eisini við dugnaligum føroyskum artistum, bæði nýggjum og meira etableraðum.
“Vit eru fegin at Løkshøll eisini verður karmur um eina forkunnuga konsert á ‘Vetrarjazz 2024’, soleiðis at jazzáhugað uttanfyri Havnina eisini fáa møguleikan at lurta eftir góðum jazztónum” sigur Urd Johannesen, mentanarsamskipari í Runavíkar kommunu og sipar til dupultkonsertina við Volapück og Plúmm fríggjakvøldið 26. januar kl. 20.30.
Tey flestu munnu kenna bólkin Plúmm, sum hevur røtur heilt aftur í 70’ini, tá nakrir vinir í einum grannalagi í Havn savnaðust at spæla tónleik saman eftir skúlatíð. Fyrsta staklagið hjá Plúmm var lagið Stjørnuskot, sum kom út í 1985, tá teir vóru 16-17 ára gamlir. Seinnu helvt av 80’unum spældu teir egnan jazz-fusiónstónleik, og í 1989 spældu teir undir hjá Terja Rasmussen undir navninum Føstufressar. Plúmm spælir eitt tónleikaslag, sum er ein blanding av rocki, jazzi, funk, country og øðrum. Live framførslurnar hjá teimum bera brá av telepatiskum samanspæli og instrumentaliteti á hægsta stigi.
Volapück er ein nýggjur, alternativur rokkbólkur við fýra limum. Røturnar ganga aftur til mai 2022, tá eitt vinalag byrjaði millum parið – Áslu (vokal) og Magnus (bass) – og Benjamin (el-gittar og keys). Tey fóru at skriva tónleik saman og hava nú funnið ein tónlistarligan samleika. Einastaðni á leiðini fingu tey Vár Miðberg at spæla trummur go tónleikurin er bæði inspireraður av Radiohead, Red Hot Chili Peppers, psykedeliskum rokki, og jazz-fusion.
Dupultkonsert við Volapück og Plúmm verður fríggjakvøldið 26. januar kl. 20.30. Atgongumerki á 150 kr fáast á loksholl.fo og við dyrnar.