Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.01.2024 15:41

Nýggjur varaskúlasjóri í Runavíkar kommunuskúla

Fróði Hansen. Mynd: Runavíkar kommunuskúli

Runavíkar kommunuskúli

Nú Jónleif Johannesen er farin í farloyvi sum varaskúlastjóri, er Fróði Hansen settur í hansara stað. 

Fróði er argjamaður, hann er útbúgvin lærari, hevur eina Master í Positivari Sálarfrøði frá Århus Universitet og eina Master of Science in Psychology frá California Coast University. Fróði hevur starvast sum lærari og samskipari á Lopfjølini í Havn síðani 2016.  

Fróði byrjaði í starvinum sum varaskúlastjóri tann 3. januar 2024.