Tíðindaskriv
Enn eitt endurprent av Bezzerwizzer
Í apríl mánaði í fjør, sendu vit eitt tíðindaskriv út um, at Bezzerwizzer verður endurprentað á føroyskum við smáum rættingum og broytingum. Hetta vóru sera gleðilig tíðindi fyri nógvar føroyingar, sum ynsktu at ogna sær spælið. Hesi spølini vóru øll útseld tíðliga í desembur 2023. Vit væntaðu ikki, at eftirspurningurin fór at halda fram, men spælið er so mikið nógv eftirspurt, at vit enn einaferð hava valt at gera eitt endurprent av Bezzerwizzer á føroyskum. Tað er sera kostnaðarmikið, at gera endurprent av borðspølum, tí hava vit ongantíð havt ætlanir um at gera endurprent av Bezzerwizzer. Vit eru ovfarin av áhuganum og hava eitt stórt ynski um, at øll sum ynskja at ogna sær Bezzerwizzer, skulu hava møguleikan fyri at ogna sær tað, tí gera vit tað enn einaferð.
Bezzerwizzer klárt at undanbíleggja á hugnalotur.fo
Um tú fert inn á nethandilin hugnalotur.fo, so kanst tú beint nú undanbíleggja Bezzerwizzer á føroyskum. Spølini koma til Føroya í summar, har vit hava eina vón um, at hava spølini á goymslu í juni mánaði. Tú kanst velja at avheinta tína bílegging á kontórinum hjá okkum í Fuglafirði, ella fáa ókeypis útbering til dyrnar. Um nøkur spøl eru eftir eftirfylgjandi, so kunnu tey framhaldandi bíleggjast á nethandlinum hugnalotur.fo ella keypast í bókabúðunum kring landið. Vit kunnu viðmæla øllum at gera skjótt av, tí spælið kann heilt vist blíva útselt enn einaferð og tað er “først til mølle” prinsipp. Peningur verður ikki trektur av fyri keyp, fyrr enn spølini eru avheinta ella koyrd út.
Fleiri føroysk spøl
Í 2023 framleiddu vit eitt endurprent av Bezzerwizzer, eitt spildurnýtt samveruspæl, sum eitur HINT og so framleiddu vit 4 smá spurnaspøl við 60 spurningum í hvørjum, sum kallast Bricks. Hesi spølini hava verið sera væl móttikin og kunnu øll bíleggjast á hugnalotur.fo, ella keypast í bókahandlunum kring landið. Vit hava eisini ætlanir um, at framleiða fleiri føroysk borðspøl í 2024. Hetta koma tit at frætta nærri um, tá vit fara at nærkast summarinum.