Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.01.2024 12:37

Kunning um vatnveitingina í Hósvík

Sunda kommuna

Drekkivatnið í Hósvík hevur til tíðir á vetri verði óstøðugt seinastu árini. Vatninntakið sum liggur undir fjallasíðuni undir Nón hevur í kavaveðri havt avbjóðingar við at veita vatn til vatngoymsluna í Hósvík.

Í hesum sambandi hevur kommunan arbeitt við at gera eitt nýtt vatninntak longri niðri í ánni, á einum staðið, har áin og inntakið natúrliga kundi savnað vatn til hósvíkingar, eisini í kavaveðri, og tryggjað hósvíkingum eina støðuga vatnveiting alt árið.

Nýggja vatninntakið er projekterað, hevur játtan og er klárt at bjóða út, men skulu loyvi fáast frá friðingarmyndugleikunum til at kunna fara undir arbeiðið at byggja nýggja vatninntakið. Grundað á innkomna kæru hevur friðingarmyndugleikin ikki givið Sunda kommunu loyvi at gera nýggja inntakið á ynsktu staðseting, men víst til, at vit kunnu gera eitt líknandi vatninntak staðsett við verandi vatninntaki undir fjallasíðuni.

Nýggja støðan ger, at umstøðurnar har Sunda kommuna kann gera eitt nýtt vatninntak at tryggja hósvíkingum støðugt drekkivatn, er munandi øðrvísi enn tann ætlan sum fyriliggur, og tí skal fyrireikandi arbeiðið og arbeiðið at projektera eitt nýtt vatninntak byrja av nýggjum.

Arbeiðið at fyrireika og projekterað nýggja vatninntakið byrjar beinanvegin, men tað ger, at Sunda kommuna ikki kann bjóða arbeiðið út nú við ársbyrjan sum ætlað, so arbeiðið kundi gerast liðugt seinni í summar. Í løtuni vita vit ikki neyvt, nær arbeiðið kann bjóðast út, og um arbeiðið kann gerast liðugt, áðrenn veturin og kavin kemur aftur.