Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.01.2024 12:15

Tvær fráboðanir uppá fáar minuttir

Omanfyri Syðrugøtu. Mynd: Eysturoyarportalurin

Um 10´tíðini í morgun fekk Sløkkiliðið úr Eysturkommunu boð um, at betong var komi á vegin beint uttanfyri tunnilsmunnan Leirvíksmegin.

Átaksleiðarin í Eysturkommunu, Gunnar Olsen, upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at tað sum hendi var, at ein fult lastaður betongbilur misti nakað av betonginum á vegin. Ferðslan var tískil nakað tarna eina løtu megan Sløkkiliðið í Eysturkommunu spulaði og ruddaði vegin.

Men stutt aftaná hendingina, fekk Sløkkiliðið í Eysturkommunu aftur boð um, at betong var komið á vegin. Hesuferð var tað omanfyri Syðrugøtu, har sami bilur aftur hevði mist betong á vegin.

Uttanfyri Leirvíkstunnilin. Mynd: Eysturoyarportalurin