Fyrrverandi venjarin hjá Víkingi og TB/FC Suðuroy/Royn, Maurice Ross, gjørdist á nýggjárinum hjálparvenjari hjá enska League One felaganum Fleetwood Town FC.
42 ára gamli skotin, sum hevur umboða m.a. stórfelagið Glasgow Rangers tá ið hann var yrkisleikari, er settur sum hjálparvenjari, saman við einum fyrrvernandi Premier League leikaranum, Charlie Adam, sum verður høvuðsvenjari hjá felaganum.
Fleetwood Town liggur niðast í deildini við 18 stigum, meðan Portsmouth er oddalið við 53 stigum.