Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.12.2023 17:23

Fiskimannafelagið heldur landsfund

Tíðindaskriv

Føroya Fiskimannafelag hevur sín árliga landsfund á Panorama í morgin 28. desember.

Á fundinum verður lagt upp til broytingar í lógum felagsins. 

Jákup Petur Bærentsen frá fyritøkuni Stýr greiðir frá um fiskiárið 2023 í tølum og við áhugaverdum samanberingum. 

Byrjað verður við morgunmati klokkan 9.30, og klokkan 10.00 byrjar sjálvur landsfundurin, har seks mál eru til viðgerðar:

– frágreiðing frá virki felagsins í farna ári
– framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
– val av grannskoðara 
– ásetan av limagjaldi
– uppskot frá stjórn og limum
– annað

Umleið klokkan 11.30 leggur Jóan Petur Bærentsen fram sína frágreiðing 

Eisini fer kórið Silvitni at syngja nakrar sangir.