Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.12.2023 10:37

Góður møguleiki fyri kava á jólum

Mynd: Eysturoyarportalurin

Tað hevur kava síðani í gjár. Og sambært Veðrustovu Føroya, so er tað góður møguleiki fyri at vit fáa eini hvít jól. Hetta er ein stór broyting, tí tað eru bert nakrir fáir dagar síðani, at vit fingu at vita, at jólini í ár fóru at vera vátt við nakað av vindi. Men hetta er nú broytt.

Veðurstova Føroya sigur soleiðis:

Fríggjadagur:
Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í 15 m/s. Um kvøldið hækkar hann í norðan og minkar spakuliga. Skiftandi skýloft og vátakava- ella kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig, um náttina kaldari í støðum. 

Leygardagur, Tollaksmessudagur:
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Um kvøldið gongur hann í eystan og veksur spakuliga upp í frískan vind upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s. Smáskýggjað og bert fá kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig, um náttina kaldari í støðum. 

Sunnudagur, Jólaaftan:
Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í 15 m/s. Um kvøldið hækkar vindurin í ein landnyrðing, síðani víðari upp í norðan, og minkar spakuliga. Samdrigið og fyrst turt, sum frá líður verður kavi, seinni regn, fyrst í sunnari partum. Hitin millum frostmarkið og 5 stig. 

Mánadagur, Jóladagur:
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Smáskýggjað og sólglottar og fá vetrarlig æl. Hitin millum frostmarkið og 5 stig, um náttina kaldari í støðum. 

Týsdagur, 2. Jáladagur:
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frá líður gongur hann niður í eystan. Smáskýggjað og sólglottar og vátakava- ella kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig, um náttina kaldari í støðum.