Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.12.2023 11:30

2 x Katrin settar í starv í Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna hevur sett tvær kvinnur, sum báðar eita Katrin, at byrja í nýggju størvum sínum fyrst í komandi ári:

Katrin Thomassen er 31 ára gomul og er sett sum tekniskur samskipari á Teknisku deild í kommununi.Hon hevur útbúgving sum cand.merc.aud frá Copenhagen business school í 2022, og sum bachelor í búskaparfrøði frá Fróskaparsetri Føroya í 2019.Hon hevur starvsroyndir frá grannskoðarafyritøku og húsavarðafyritøku, umframt at hon hevur verið sera virkin í ymsum fritíðarvirksemi.

Katrin Thomassen

Katrin Dam er 34 ára gomul og er sett sum leiðari fyri Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin.Hon varð í 2020 útbúgvin sosialráðgevi frá Professionshøjskolen Absalon í Slagelse í Danmark, og er júst byrjað í starvi í Barnaverndartænastuni í Eysturoy.Fyrstu 3 árini eftir lokna útbúgving starvaðist hon sum sosialráðgevi á familjudeildini á Amager í Danmark og í lestrarstarvi í Roskilde.

Katrin Dam