Mynd: Sleipnir Ríðingarfelag
Í gjár skipaði ungdómsnevndin hjá Føroya ríðingarfelag fyri cup-kapping í høllini í Havnadali.
Hetta var ein stuttleikakapping, har bæði børn, ung og vaksin kappaðust innan gonguløg.
Møguleiki var at kappast í fet, trav, tølt og lop.
Kappast varð í aldursbólkunum:
Polla-tølt (0-7 ár)
Børn og ung (8-17 ár)
Vaksin (18+)
Birna og Gígur, frá Sleipnir Ríðingarfelag í Eysturoynni kappaðust i aldursbólkinum, ung.
Gígur er 10 ár, hann kemur úr Íslandi og hevur búð í Føroyum í sløk 3 ár.
Birna er 16 ár og hevur kappast innan gonguløg við øðrum rossum.
Hetta er fyrstu ferð, at Birna og Gígur luttaka til kapping saman. Tey hava vant seinastu dagarnar og luttóku í kappingini fyri at royna seg, og vita hvussu gekk.
Og sigast má, at tað eydnaðist sera væl. Birnu og Gígur, sum vunnu einki minni enn gull í fet kappingini.
Ein væleydna kapping sum ungdómsnevndini hjá Føroya ríðingarfelag skipaði fyri.
