Ungi gøtumaðurin, Martin Klein Joensen, sum fyri stuttum skrivaði undir við íslendska felagið Njarðvík FC, skeyt tvey mál í 3-0 sigrinum í venjingardystinum móti Þróttur Vogum sum var leiktur í vikuskiftinum í Reykjaneshöllini.
Hetta var eisini fyrsti dystur hjá Martini, eftir at hann fór út við skaða í føroysku landskappingini tann 22. oktober móti EB/Streymi.
Martin leikti áleið 60 minuttir áðrenn hann var útskiftur. Áhugavert var eisini at síggja, at yngri beiggi Martin, Ábraham, leikti síðstu 30 minuttirnar í sama dysti.