Kl. 06.40 í morgun fekk MRCC boð um, at ein útróðrarbátur sum var staddur á norðhavinum, hevði fingið róðurtrupuleikar og bað um sleip.
Vaktar- og bjargingarskipið Brimil var sendur avstað og sleipaði útróðrarbátin á Fuglafjørð.
Tað tók íalt 6 tímar og 40 minuttir frá tí at fráboðanin kom, inntil at báturin lá við bryggju í Fuglafirði.