Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.12.2023 12:44

Vegakervið í Eysturoynni fær eitt klípi

Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit um fíggjarlógaruppskotið fyri 2024.

Tað kemur fram í álitinum, at Funningsfjarðarvegurin, Selatraðarvegurin, saman við ferðslutálmandi átøkum við Gøtugjógv fáa 6. mió. tilsamans at gera gott við.

Tað er jaligt at peningur er játtaður til hesar farvegir, serliga ferðslutálmandi átøkini við Gøtugjógv, sum er átrokandi at fáa gjørt skjótast gjørligt.

Men um nokk peningur er til at gera framhaldandi dagføringarnar av Selatraðarvegnum ella gera vegagerðina gjøgnum bygdina í Funningsfirði lidna, er kanska ivasamt.

Í álitinum hjá fíggjarnevndini stendur soleiðis at lesa:

Asfaltering: Játtaðar verða 2 mió. kr. til at gera gongubreytir, kantsteinar og ferðslutálmandi átøk við Gøtugjógv.

Funningsfjarðarvegur: Játtaðar verða 2 mió. kr. til framhaldandi vegagerð gjøgnum bygdina.

Selatraðarvegur: Játtaðar verða 2 mió. kr. til framhaldandi dagføringar av Selatraðarvegnum.