123 fiskimið eftir toftamenninar Nicolaj Olsen og Kristoffur í Hálvdanstoft eru nú komin út í bók.
Vitanin um mið og ýtir verður ikki á náttúrligan hátt latin víðari til komandi ættarlið longur. Tí hevur tað ligið Jógvan Ingvard Olsen nógv á hjarta, at fáa hesi mið á prent á ein hátt, so tey lættliga kunnu takast við til útróðrar og brúkast.
Stutt um bókina:
Tittul: MIÐABÓK – Dýrgripir frá eini farnari tíð
Rithøvundur: Jógvan Ingvard Olsen
Prísur: 350,- kr
Tilfar: Pappír, sum í ein ávísan mun tolir vatn, A4-stødd við spiralryggi
Um áhugi er fyri at keypa bókina, kann hetta gerast við at skriva persónlig boð ella teldupost til eina av hesum:
Dagunn Clementsen – dagunno@gmail.com
Jensia Brodersen – jensiabro@gmail.com
Hervør Didriksen – h-didriksen@olivant.fo



