Beint yvir hálvgun fimm fyrranáttina, fekk MRCC eina fráboðan um, at ein ein smábátur var uppsteðgaður í Tangafirði og bað um sleip.
Bjargingarbátturin Arun var boðsendur og sleipaði bátin inn á Kollafjørð.
Tað tók áleið 2 tímar, frá tí at boðini komu inn, inntil at smábáturin lá við bryggju í Kollafirði.