Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.11.2023 08:52

Brimil sleipaði fiskiskip inn á Havnina

Mynd: Brimil (Eysturoyarportalurin)

MRCC fekk eina fyrradagin, tann 8. november, fráboðan um, at eitt fiskiskip hevði brúk fyri hjálp.

Fiskiskipið var tá statt vestanfyri Føroyar. Vaktarskipið Brimil var sent avstað og sleipaði skipið inn á Havnina.

Í alt tók tað yvir 28 tímar frá tí, at fráboðanin kom, inntil Brimil var á Havnini við fiskiskipinum.