Hóskvøldið 16. novembur kl. 18 til sunnukvøldið 19. novembur kl. 18 verður Kolshøll á Eiði karmur um nakað av tí, ið mentanarlívið og listafólk við tilknýti til Eiðis, kunnu vísa fram.
Ein framsýning er allar dagarnar við málningum og list hjá Sigrun Gunnarsdóttir, Ellindi Egilstrøð og Onnu Sofíu Egilstrøð. Harafturat verður ein installatión, við íblástri frá Elizabeth Taylor.
Opið er soleiðis
Hóskvøldið 16. novembur frá kl. 18 til 22.
Fríggjadagin 17. novembur frá kl. 14 til 22.
Leygardagin 18. novembur frá kl. 12 til 20.
Sunnudagin 19. novembur frá kl. 14 til 18.
Skráin fyri tiltakið
- Hóskvøldið 16. novembur kl. 19 setir Annsy Høghamar, borgarstjóri tiltakið og Lis Mortensen greiðir frá um Elizabeth Taylor. Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð framførður. Aftaná verður filmurin Heartist um Sigrun Gunnarsdóttir sýndur fram.
- Fríggjakvøldið 17. novembur kl. 20 er tað Dansifelagið á Látrinum, ið greiðir frá um føroyskan dans á Eiði, og farið verður uppá gólv.
- Leygardagin 18. novembur kl. 10 Borgaraverkstova um mentan og list á Eiði, og kl. 14 spælir Eiðis Ljómfelag.
Framsýningin og installatiónin er allar dagarnar, tá opið er, og tað ber til at fáa ein kaffimun og bert sita og njóta løtuna í Kolshøll.
Meira um tiltakið á ww.eidistiltok.fo.
Øll tiltøkini eru ókeypis, og tiltakið er stuðlað av Mentamálaráðnum, Smyril Line og Kolshøll.
……………
Hjálagt myndir og leinkjur
www.eidistiltok.fo
Skifti 2023: Mistela og hennara íblástur á Eiði – Eiðistiltøk (eidistiltok.fo)
Elizabeth Taylor, 1856 – 1932 | Reid Hall (columbia.edu)
Elizabeth Taylor (painter) – Wikipedia
Myndir
- Til tiltakið, 2) Skitsa eftir Elizabeth Taylor og 3) Elizabeth Taylor, Oliver Øster fiska síl á Eiðisvatni. 4) Elizabeth Taylor til arbeiðis á einari av sínum ransóknarferðum.



