Í dag kl. 13.00 fekk MRCC fráboðan um, at ein útróðrarbátur hevði fingið maskinbrek og var uppstøðgaður vestanfyri.
Tað var skiparin á útróðrarbátinum, sum sjálvur boðaði frá.
Rescue Arun var tí sendur avstað og sleipaði útróðrarbátin til Skopunar.
Tað tók í alt tríggjar og ein hálvan tíma, frá tí at fráboðanin kom, til at báturin lá við bryggju í Skopun.