Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.10.2023 10:06

Skála Ítróttarfelag: Starvsnevndin afturvald

Mynd: Skála Ítróttarfelag

Skála Ítróttarfelag

Vanliga hevur aðalfundur og nevndarval verði skipað í sama fundi, men til seinasta aðalfund bleiv samtykt í viðtøkunum at nevndarvalið verður hildið atskilt við kappingarenda. Hetta er tískil fyrstuferð at nevndarval hevur verið skipað á henda hátt.

Í starvsnevndini sita í minsta lagið 4 og í mesta lagið 6 limir. Uppgávan hjá starvsnevndini er at seta samtyktir aðalfundanna í verk, at standa fyri rakstrinum av felagnum og at gera reglugerð ella arbeiðsætlan fyri aðrar nevndir.

Á fundinum skuldu veljast starvsnevnd, ungdómsnevnd og tiltakslimir.

STARVSNEVND

Øll starvsnevndin tók við afturvalið og tískil vald aftur í nevndina.

  • Jóannes A. Prestá
  • Jógvan Andersen
  • Rókur V. Nilssen
  • Steingrím Jacobsen
  • Petur Anker Poulsen
  • Sveinur Ellefsen
UNGDÓMSNEVND

Í ungdómsnevndina vóru vald:

  • Jóna Eivindsdóttir Zachariasen
  • Poula Dulavík Berg

Starvsnevndin fekk heimild at arbeiða víðari við at finna ein triðja lim í ungdómsnevndina.