Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.10.2023 09:06

Ritan á beding í komandi viku og og Sildberin komandi mánaða 

Sildberin (Mynd: SSL)

SSL

Ritan fer mánadagin 23. oktober á beding hjá KSS í Klaksvík. Umframt vanligt árliga eftirlit og viðlíkahald verður ein nýggjur krani settur í Rituna. Jósup røkir siglingina á Fugloyar- og Svínoyarleiðini eftir vanligu ferðaætlanini fyri leið 58, ímeðan Ritan er á beding. 

Sildberin fer á beding frá 27. november. Jósup fer at avloysa Sildberan og siglir tá á Skúvoyarleiðini eftir vanligu ferðaætlanini fyri leið 66. Tá ið Ritan, sum er 52 ára gomul, og Sildberin, ið komandi ár verður 30 ár, hava verið á beding, skulu eftir ætlan ikki fleiri skip hjá SSL á beding í ár. 

Nærri kunning um, nær ið Ritan og Sildberin vera í sigling aftur, verður løgd út á www.ssl.fo og kunngjørd við sms-skipanini hjá SSL, har ein kann melda seg til og fáa kunning fyri ávísa farleið.