Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.10.2023 12:38

Onkrir smávegis vindskaðar hava verið

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur seinasta døgnið. Ættin hevur verið útnyrðingur.

Í gjárskvøldið og í nátt var ringast og vóru eisini fleiri harðar hvirlur, upp í 40 m/s og meira, har ættin hevur verið ringast.

Frá Sløkkiliðinum í Eysturkommunu frætta vit, at úr Norðragøtu kom ein fráboðan í gjár um at ein rútur var farin á einum campingvogni sum stóð á økinum í Gøtudali.

Og í morgun kom ein fráboðan úr Gøtugjógv har ein takpláta var loysna á einum úthúsi. Og ein stór bingja var koppa á kaiøkinum í Norðragøtu.

Sunleif Højgaard frá Skálafjarðar Sløkkiliði upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at hóast nógvan vind, so hevur tað bert verið okkurt smávegis sum teir hava verið úti til.

T.d. vóru teir noyddir at surrað nakað av byggitilfarið í Elduvík sum lá leyst og sum kundi fara í vindinum.

Í Norðragøtu var ein bingja tikin av vindinum (Mynd: Eysturoyarportalurin)