Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.10.2023 18:27

Avbrot og órógv í samband við kaðalumvæling á Toftum

Net boðar frá, at í samband við bráfangis kaðalumvæling hósnáttina 12. oktober kl. 01.00-04.00 verður avbrot á telefon og breiðbandstænastum í Rituvík, Æðuvík, Nesi og sunnaru helvt av Toftum. 

Fartelefonsambandið verður nakað skert á Toftum og á Nesi. Í Rituvík og Æðuvík verður vánaligt til onki fartelefonsamband. 

Tær ávirkaðu tænasturnar verða; telefon, breiðband og partvíst fartelefon.