Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.10.2023 13:12

“Ungur nemur gamal fremur”

Mynd: Skúlin í Eysturkommunu

Heystfjøllini verða í hesum døgum gingin og slaktið er í hæddini.

Í síðstu viku vóru 4. a. og 4. b. úr skúlanum í Eysturkommunu á forkunnugari vitjan hjá bóndanum Ingvard Lamhauge, sum er eigari av haganum Gøtuseyður.

Har sloppu tey at uppliva hvussu ein fjalldagur gongur fyri seg, við øllum sum har til hoyrir, og enda var við fletting, har bóndin legði lag á.

Hetta er samstundis eisini síðsta fjalli hjá Ingvardi Lamhauge, sum nú leggur frá sær.

Gøtuseyður hevur 120 áseyðir.

Skúlin í Eysturkommunu tók myndirnar.