Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.10.2023 13:58

Illgrunasamt: Nógvur seyður vekk

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Eysturoyarportalurin skilir, at í ognarhaganum Heygshagi á Strondum eru fleiri seyðir blivnir vekk, nú fjøllini eru gingin.

Heimildarfólk sum Eysturoyarportalurin hevur tosa við, siga, at fleiri lomb eru blivin vekk í seinastuni. Sagt verður, at seyðurin er sæddur í haganum nýliga og at seyðurin ikki er innkomin í aðrar hagar ella rættir har á leiðini.

Samstundis verður sagt, at eitt brundlomb, sum stóð í rættini yvir nátt, mistonkuliga eisini er vekk.

Heimildarfólkið, sum vit hava tosa er við, veit ikki at siga hvat orsøkin kann verða til hendingarnar.

Í Heygshaga á Strondum ganga 440 áseyðir.