Veðurstova Føroya
Fríggjadagur, 6. oktober 2023.
Eitt lágtrýst, 992 hPa, stutt eystan fyri Føroyar gongur eystureftir og dýpist. Eitt luftrák er eystaneftir og av landnyrðingi í dag, og brúgvaløg við nógvum regni liggja yvir Føroyum í morgun. Seinnapartin fer ein hátrýstryggur at leggja seg yvir Føroyar av útnyrðingi, og tá verður eitt veikt luftrák norðaneftir og yvirhøvur turt í Føroyum.
Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin, skrivað klokkan 08.00 UTC.
Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, í sunnara parti av landinum strúkur í vindi upp í skrið,, samdrigið og regn. Sum líður á fyrrapartin minkar vindurin niður í frískan vind upp í ein strúk, tað verður hálvskýggjað og slítur í sum frá líður. Seinnapartin hækkar hann upp í norðan og minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind, í kvøld niður í lot til frískt lot. Seinnapartin og í kvøld skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Í nátt eitt lot norðan, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landnyrðingi, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin fer at liggja millum 6 og 9 stig.