Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.09.2023 11:03

Almenn fráfaringarløta

Sørin S. Djurhuus takkar fyri seg. (Mynd: Eysturkommuna)

Sørin S. Djurhuus hevur verið í starvi innan tilbúgving hjá Eysturkommunu (og Gøtu Kommunu) í 43 ár, harav 16 ár sum leiðari. Nú Sørin verður 67 ár, takkar hann fyri seg.

Hetta skrivar Eysturkommuna í dag.

Eysturkommuna vil tí nýta høvi at takka Sørini fyri tíðina og hansara lut í tilbúgvingini og bjóðar tí til almenna fráfaringarløtu á tilbúgvingarstøðini fríggjadagin 29. september frá kl. 12:00 til 15:00.

Tilbúgvingarstøðin liggur við Sjóvartún 11 í Leirvík (Við gomlu ferguleguna).

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Spjaldur