Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.09.2023 19:11

Víkingur Reykjavík nærri meistaraheitinum

Gunnar í dysti í dag móti Fram (Mbl)

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir úr Víkingur Reykjavík vunnu fyrr í dag 2-3, á útivølli, móti Fram.

Tað var annars Fram sum legði seg á odda í 28. minutti, men bert minuttin aftaná, javnaði Birnir Snær Ingason fyri Víkingur Reykjavík. Og nakrar minuttir seinni legði útiliðið seg eisini framum 1-2. Og sjálvt um heimaliðið megnaði at javna í 52. minutti, so eydnaðist tað oddaliðnum at vinna dystin við frálíkum frísparksmálið frá Danijel Dejan Djuric í 87. minutti.

Gunnar Vatnhamar byrjaði sum vant, og leikti allar 90. minuttirnar á verjukenda miðvøllinum.

Víkingur Reykjavík hevur eftir dagsins dyst 59 stig, 14 stig fleiri enn nærmasti kappingarneytin Valur, sum liggja á 2. plássið, nú Úrvalsdeildin verður deild í tvey – ovara og niðara deild. Tað eru 15 stig eftir at spæla um, og Víkingur Reykjavík skal bert vinna ein dyst afturat, áðrenn teir kunnu kalla seg íslandsmeistarar.

Breiðablik, sum hevur Klæmint A. Olsen í hópinum, leikti í dag á heimavølli móti FH Hafnafirði. Breiðablik tapti dystin 0-2.

Klæmint var hvørki á bonkinum ella við í hópinum. Venjarin Óskar Hrafn Þorvaldsson segði við miðlarnir aftaná dystin, at hann hevði valt at hvíla hann, tí at hann hevði leikt so nógv í seinastuni, og at hann nú eisini er úttikin til føroyska A-landsliðið.

Breiðablik hevur eina krevjandi leikskrá eftir landsliðssteðgin, við bæði landskappingar- og Conference League dystum at síggja fram til.

Nú verður landsliðssteðgur, har Føroyar skal møta Pólandi á útivølli og Moldova á heimavølli, áðrenn komandi uppgáva hjá Víkingur Reykjavík er íslendska steypafinalan tann 16. september á Laugardagsvøllinum móti KA Akureyri.