Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.09.2023 11:40

Tekniskur leiðari settur í Sunda kommunu

Sunda kommuna

Á býráðsfundi 28. august 2023 samtykti býráðið í Sunda kommunu einmælt, at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og seta Súsonnu Árnadóttir Jensen sum tekniskur leiðari.

Súsanna er 34 ára gomul, búðsitandi á Oyri, og er útbúgvin byggifrøðingur.

Tekniska økið í Sunda kommunu er skipað við tekniskum leiðara, tveimum málsviðgerum og tveimum eindum við umsjónarmonnum.

Vit bjóða Súsonnu hjartaliga vælkomnari í starvsfólkahópin hjá Sunda kommunu.