Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.08.2023 21:45

Fýra víkingar longt sáttmálan

Mynd: Víkingur

Fótbóltsfelagið Víkingur í Eysturkommunu hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur skrivað undir tvey ára sáttmálar við fýra av evnaríku leikarunum í felaganum, sum allir hava longt sáttmálan við tveimum árum.

Talan er um 20 ára gamla Signar á Brúnni, 21 ára gamla Ingi Jonhardson, 19 ára gamla Hans Jákup Arngrímsson og 20 ára gamla Aron Jarnskor Ellingsgaard.

Allir fýra leikararnir eru uppvaksnir í Víkingi og Sarpugerði, og eru allir partur av besta liðið felagsins.