StÍF
StÍF hevði árliga aðalfund týskvøldið 29. august í bygdahúsinum á Strondum har nevndarval var á skrá.
Elin Maria Bærentsen, Janneth Heinesen og Magni Jacobsen stillaði ikki uppaftur. Elin Maria og Janneth hava sitið í nevndini í fimm ár, og Magni hevur sitið í tvey ár.
Hesi eru nývald í nevndina: Ólavur í Geil, Ann Berg Christensen, Sára Mrdalo, Simona Paula á Fríðriksmørk og Suni Ernstsson. Alexandur Johansen er tiltakslimur. Nevndin telur nú sjey limir. Eftir aðalfundin skipaði nýggja nevndin seg.
Rúni Rasmussen, sum hevur verið formaður seinastu trý árini, legði frá sær sum formaður, men heldur fram í nevndini.
Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Egi Gothard Danielsen, formaður
Ann Berg Christensen, næstforkvinna
Rúni Rasmussen, skrivari
Suni Ernstsson, kassameistari
Ólavur í Geil, nevndarlimur
Sára Mrdalo, nevndarlimur
Simona Paula á Fríðriksmørk, nevndarlimur
Alexandur Johansen, tiltakslimur
Nýggja nevndin er farin til verka og er spent at menna StÍF enn meira saman við nógvum góðum eldsálum og stuðlum.