Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.08.2023 22:54

Dramatikkur tá ið Víkingur Reykjavík og Breiðablik møttust

Mynd: Gunnar Vatnhamar í dysti í kvøld móti Breiðablik (Fótbólti.net)

Tað skuldi í kvøld spælast toppuppgerð, tá ið oddaliðið Víkingur Reykjavík á heimavølli, skuldi taka ímóti verandi meistarunum, Breiðablik úr Kópavogur.

Men tá ið minni enn ein tími var til dystarbyrjan og dómaraseðlarnir vanliga verða latnir inn, var tað bert heimaliðið, sum hevði kunngjørt sína fyrstu 11.

Orsøkin var rætt og slætt, at Breiðablik ikki vóru møttir upp. Stór ørkymlan var millum fólk, og eingin visti hvat var tað sum hendi. Men 25 minuttir áðrenn dystarbyrjan, kom so bussurin við leikarunum og venjartoyminum hjá Breiðablik til leikvøllin. Leikararnir, fult íklæddir til dyst, fóru beinleiðis úr bussinum og inn á vøllin at hita upp.

Og liðið sum Breiðablik setti inn á vøllin, var eitt sokallað eykalið. Klæmint A. Olsen var hvørki millum teir fyrstu 11 ella á bonkinum. Bert tveir leikarar frá síðsta dysti, sum var leiktur niðri í Norðurmakedonia, vóru á vøllinum fyri útiliðið.

Orsøkin til allan dramatikkin og spenningi millum feløguni var, at Breiðablik føldu seg illa viðfarnar og ikki hoyrdar av hvørki Víkingur Reykjavík ella íslendska fótbóltssambandinum, viðvíkjandi dystarskránni, sum í løtuni er sera full og hørð komandi tíðina.

Ein høvuðsorsøk er, at Breiðablik er á vippuni at spæla seg í Conference League bólkaspæli fyri fyrstu ferð nakrantíð. Og skulu leikarar tískil spæla nógvar dystir við fáum hvílidøgum, samstundis sum, at hópurin er sera skerdur. Dysturin í kvøld, var upprunaliga settur til at verða leiktur í morgin, men bleiv ístaðin framskundaður til í kvøld.

Víkingur Reykjavík, við Gunnari Vatnhamar millum teir fyrstu 11, vann annars dystin, sum eisini var sera dramatiskan og spennandi úti á vøllinum. Úrslitið gjørdist heili 5-3 til heimaliðið. Gunnar legði upp til eitt av málunum og leikti hann annars allan dystin.

Víkingur Reykjavík er nú heili 14 stig fremst og á beinari meistarakós.

Næstu dystir eru ávíkavist soleiðis, at Víkingur Reykjavík skal í landskappingini á vitjan hjá Fram tann 3. september, meðan Breiðablik skal longu í eldin aftur komandi hósdag, tá ið teir leika seinna play-off dystin á heimavølli móti FK Struga. Fyrri dysturin endaði 1-0 til Breiðablik.