Breiðablik, við Klæminti A. Olsen á liðnum, vann í dag 1-0 á útivølli niðri í Norðurmakedonia móti FK Struga í fyrra play-off dystinum, um at koma í bólkaspælið í Conference League.
Einsamalla málið, í øllum hitanum sum lá um tey 30 stiguni, skeyt Höskuldur Gunnlaugsson í 35 minutti.
Klæmint leikti allan dystin sum einsamallur áleypari. Fyritreytirnar vóru tó ikki av teimum bestu, sera heit, sera nógvur vindur og ein vánaligur grasvøllur. Men Breiðablik fekk ein hála ein góðan 1-0 sigur við sær heimaftur til Reykjavíkar, har teir um eina viku skulu verja leiðsluna.
Seinni play-off dysturin verður leiktur hósdagin 31. august á Kópavogsvöllur.